Mynd: Eysturoyarportalurin
Skiparin á Finnur Fríða upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at teir hava gott 2.400 tons av svartkjafti, sum teir hava fiska í føroyskum sjógvi, og at teir byrja at landa í kvøld, tá teir koma inn á Fáskrúðsfjørð í Íslandi.
Eftir at teir eru lidnir at landa, verður farið aftur á svartkjaft, sigur skiparin.
Deil á Facebook