Myndir: Eysturoyarportalurin
Finnur Fríði, sum hevur fiskað í føroyskum sjógvi sunnanfyri, landar á Fáskrúðsfirði í Íslandi í dag. Hann kom um middagsleiti til Fáskrúðsfjarðar á eysturlandinum, har teir fara at landa gott 2.100 tons til Lodnuvinnsluna.
Teir byrja at landa í morgin og vera liðnir at landa fríggjadagin, so verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, sigur skiparin við Eysturoyarportalin.


