Nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum, Finnur Fríði, sum hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, kom inn á Tvøroyri í gjár.
Í lastini høvdu teir uml. 320 tons av makreli sum verður landa til Varðin Pelagic.
Í sambandi við at hetta var fyrstu ferð at Finnur Fríði kom á Tvøroyri, so var møguleiki hjá suðuroyingum og øðrum at koma umborð at síggja nýggja skipið.
Deil á Facebook