Føroya Bridgesamband
Ársins fyrsta bridge kapping varð leikt í Bridgehúsinum í gjár. Hesa ferð vóru tað vetranar, sum kappaðust.
10 pør høvdu meldað seg til kappingina og leikt vóru 36 spøl.
Tey leikandi pørini vóru:
Árni M. Dam og Balli Mohr
Henriette Svenstrup og Jórun Johannesen
Danny Danielsen og Tordis Johannesen
Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen
Salomon Johansen og Bjørg Róin
Haldor Ellingsgaard og Benadicta Sólheim Ellingsgaard
Jón Rasmussen og Egil Helmsdal
Annika Olsen og Jústinus Olsen
Finnbogi Hansen og Jákup Egholm
Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen
Finnbogi Hansen og Jákup Egholm løgdu seg á odda í kappingini beinanvegin. Tá tey fyrstu 12 spølini vóru leikt vóru Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen á øðrum plássi, meðan Jón Rasmussen og Egil Helmstal høvdu vunnið seg uppá triðja pláss.
Eftir at 24 spøl vóru spæld, broyttist myndin. Finnbogi og Jákup lógu framvegis á odda við 125,0 stigum, meðan Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen høvdu spælt seg upp á ein annað pláss við 119,2 stigum og Danny Danielsen og Tordis Johannesen lógu á triðja plássi við 103,0 stigum.
Síðani var fari undir tey seinastu 12 spølini í kappingini, og tá øll 36 spølini vóru leikt varð úrslitið, at Finnbogi Hansen og Jákup Egholm vunnu FM kappingina við 169,0 stigum. Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen fóru avstað við øðrum plássi 167,2 stigum, meðan Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen vunnu triðja pláss við 160,0 sigum.
Føroya Brigdesamband ynskir tykkum hjartaliga tillukku við við flottu úrslitinum og takkar tykkum øllum, sum luttóku fyri eina góða og hugnaliga kapping
