Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.08.2026 10:09

“Finn øll við Diabetes 2”

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava diabetes 2 í Føroyum”, fer at gera kanningar í Sunda kommunu týsdagin 25. august og mikudagin 26. august.

Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes.

Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað. Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum.

Møguleiki er at bíleggja sær tíð til kanning á bókingarskipanini við at trýsta á her 

Kanningin verður í skúlanum á Langasandi.