Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2025 14:30

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

Havstovan

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg av hávi og skøtu gýta egghylkir út í sjógvin, men tað er ikki so vanligt at fáa fatur á teimum. Skapið á hylkjunum er serstakt fyri hvørt fiskaslag, og tí er tað at vit vita, at júst hesi hylkini stava frá ringhávi.

Ringhávurin gýtur gitin egghylkir, sum enda á botni. Hávafostrið mennist síðani av einum stórum blommusekki í hylkinum. Tá fostrið er fullborið, er blommusekkurin uppi, hylkið opnast og hávurin fer úr hylkinum.

Staðið, har tey 6,5 cm longu egghylkini vórðu fingin á 517 metra dýpi (vinstrumegin), og mynd av ringhávahylkjum á botni (úr greinini doi.org/10.3354/meps09305) (høgrumegin). Guli blommusekkurin sæst tíðiliga inni í hylkinum.


Serliga lívsringrásin hjá ringhávi, sum byrjar við, at gitin egghylki verða gýtt út í sjógvin.

Ringhávur

Spjaldur