Eyp grein
Hann er kendur fyri sína hollu ráðgeving innan máling, gólv og gardinur, og koma fólk frá bæði nær og fjar, at fáa røttu ráðgevingina, og røttu litirnar.
Hann hevur í nærum 40 ár fingist við júst hetta yrkið.
Hann byrjaði í læru longu sum 20 ára gamal. Og longu sum 22 ára gamal átti hann sín egna part í einum málingahandli.
–Eftir at eg hevði átt part í málingahandlum saman við øðrum í nøkur ár, valdi eg at ganga egnar leiðir í 2000. Og byrjaði eg við Colorama, tá ið tað kom til Føroyar, sigur Petur.
–Umframt at ein deild er í Saltangará, so er eisini ein deild á Tvøroyri og ein í Tórshavn. Men allir eru vit sjálstýrandi handlar og koyra allir hvør sær. Men hjálpast sjálvandi at í fleiri viðurskiftum, sigur hann.

Petur Gaardlykke og handilin hjá honum, Colorama, hevur hildið til í Saltangará í mong ár.
Petur keypti núverandi handilsbygning á Heiðavegi 60 í Saltangará í desember mánaði í 2015, sum síðani bleiv settur í stand og innrættaður til tørvin hjá teimum.
Ein bygningur á umleið 1.200 m2.
-Á páskum í 2017 flutti vit so inn í núverandi hølir, har vit hava hildið til líka síðani. Áðrenn tað, varð húsast ymsastaðni í býnum, m.a. har Vøruhúsið áður helt til, sigur Petur.
Í dag arbeiða áleið 6 ársverk í handlinum.
Handilin hevur síðani hann opnaði, selt alskins sløg av máling, gólvum, tapetið og øðrum sum hoyrir til slíka vinnugrein, á niðastu hædd.
–Um summarið er tað nógv mest máling, tey vælumtøktu merkini Jotum og Beckers, sum verða nógv seld, meðan teir myrku mánaðirnir er tað mest gólv, tapet og gardinir sum verður selt út úr húsinum, sigur hann.

Á 2. hædd, hevur handilin eina serstaka seingjadeild og prýðisdeild har m.a. gardintoy, seingjarklæði og eitt stórt úrval av ymiskum gávulutum eru at fáa til keyps.
–Tað eru kanska ikki øll sum kenna til, at vit selja sengur á 2. hædd. Men tað hava vit gjørt nú í nøkur ár eftir hondini og tað hevur gingið væl, sigur hann.
–Men hesa ársins tíð er tað serliga jólaprýði og gávulutir sum hoyrir jólunum til, sum eyðkennir nógv av hillinum og sum eisini kundar koma inn at keypa, antin til at prýða heimið við ella til eina jólagávu, sigur Petur at enda.

