Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.02.2023 10:04

Finalan í Klaksvíkskappingini er í dag

Mynd: Skíggjamynd

Í dag skulu føroyameistararnir og steypavinnarnir frá í fjør, KÍ og Víkingur leika finaluna í árligu Klaksvíkskappingini.

Bæði liðini vunnu sínar dystir fyrr í vikuni. KÍ vann 4-1 á 07 Vestur, meðan Víkingur vann brotssparkskappingin eftir at dysturin móti B36 endaði 1-1.

Men fyst skal dysturin um 3.pláss spælast,. Hann er millum B36 og 07 Vestur og byrjar tann dysturin kl. 13.00.

Finalan millum KÍ og Víking byrjar kl. 15.15.

Atgongumerki til finaludystin kosta 100 kr.