-Hetta var tann seinasta kvalifikatións kappingin av 7
Seyðahundasamband Føroya
Finalan varð gjørd sum dobbelt fetch. Hetta merkir, at hundurin skal heinta 2 sett av seyði og júst hetta er ongantíð gjørt áður, í einari kvalifikatiónskapping í Føroyum. Hettar var avbjóðandi fyri hundarnar og spennandi hjá hundaførarunum at royna. Føroyingar hava seinastu árini havt hundar í altjóða finalum, og tá er tað dobbelt fetch, so hettar eru góðar royndir at hava við sær uttanlanda.
Nr. 1 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn
Nr. 2 Jónstein Petersen v/Kvikk
Nr. 3 Tummas Jacobsen v/Moss
FM støðan sær soleiðis út:
Nr 1 Tummas Jacobsen v/Moss
Nr. 2 Jónstein Petersen v/Gripur
Nr. 3 Jónstein Petersen v/ Kvikk
Nr. 4 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn
Nr 1, 2,3 og 4 fara at umboða Føroyar í EM í Belgia í august.
Nr 1, 2 og 3 fara at umboða Føroyar í HM í Skottlandi í septembur.
Myndarøð frá Faroese National (Myndir: Seyðahundasamband Føroya)















