Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2025 10:45

Finalan er ikki í vanda – fyribils

Savnsmynd (Eyp.fo)

Veðurforsøgnin til fríggjakvøldið, tá ið finalan um løgmansteypið millum Víking og KÍ er á skránni á Tórvølli, sær ikki so góð í løtuni. Tað verður sagt frá nógvum vindi og regni.

Eysturoyarportalurin hevur verið í samband við Ásu Klakkstein Kalsø, leiðara í Kappingar- dómaradeldini hjá FSF um støðuna.

Hon upplýsir, at í verandi støðu, so er finalan ikki í vanda. Hon sigur at veðurforsøgnin er batna nakað longu síðani í gjár.

Men hon leggur samstundis afturat, at Fótbóltssambandi fylgir støðuni nevt. Og um so er, at støðan broytist og at tað ikki verður spælandi, so verður ein avgerð tikin einaferð seinni í vikuni, sigur hon.

Samstundis er hon ikki avvísandi fyri, at dysturin kann kann verða antin leiktur leygarkvøldið ella sunnudagin.

Dysturin verður leiktur fríggjakvøldið á Tórsvølli og byrjar kl. 19.00.