Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.01.2024 08:02

Fimm ferðir eitt valdømi – hvat nú?

Gula Smiðja

Løgtingsvalið í desember 2022 var tað fimta við einum valdømi. Men hvat er úrslitið? Hevur skipanin rokkið sínum endamáli, og hvat vilja vit við okkara valskipan?

Teir spurningarnir verða settir í Gulu Smiðju í Runavík mikukvøldið 24. januar.

Í 2007 samtykti Løgtingið at fara frá sjey til eitt valdømi. Grundgevingarnar vóru serliga, at veganetið í Føroyum hevði knýtt meginpartin av landinum saman, at fleiri uppgávur vóru lagdar til kommunurnar at umsita, at skipanin við sjey valdømum hevði við sær eitt demokratiskt undirskot, og at kvinnur vóru undirumboðaðar við sjey valdømum.

Skipanin við einum valdømi er síðan lastað fyri, at kloyvingin, sjálvsøknið og demokratiska undirskotið í føroyskum politikki er størri enn fyrr, samstundis sum lokalfeløgini eru viknaði munandi.

Skráin verður hendan:

• Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri og fyrrverandi landsstýrismaður, innleiðir
• Sólvit Nolsø tekur saman um orðaskiftið um eina valdømi í 2007
• Emil L. Jacobsen leggur við støði í høvuðsuppgávu fram um fyrstu fimm løgtingsvalini eftir eina valdømi
• Umboð fyri Valúrslit.fo leggja fram um rák og atkvøðuflytingar eftir løgtingsvalið í 2008
• Steðgur
• Orðaskiftið um okkara valskipan. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, Bjarni Djurholm, fyrrverandi politikari, Brandur Sandoy, fyrrverandi politikari, og Beinta Løwe, eygleiðari, luttaka.

Orðstýrari verður John Johannessen. 

Tiltakið er alment við ókeypis atgongd.

Sólvit E. Nolsø og Uni Holm Johannesen skipa fyri.