Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.02.2026 11:49

Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

Seinastu tíðina hava fólk og politikarar kjakast um útlendingaøkið. Eitt slíkt kjak er vælkomið, tí vit eiga altíð at spyrja, um vit kunnu skipa viðurskiftini betri. 

Eitt kjak má tó vera grundað á veruligu støðuna, og tíverri hava misskiljingar og skeivleikar gjørt kjakið verri og í summum førum beinleiðis misvísandi. Við hesum vil Vinnuhúsið gera vart við fimm viðurskifti um útlendsk starvsfólk í Føroyum:

  • Fast Track er ein avtala um viðgerðartíð
    Tað er tískil útlendingalógin og ikki Fast Track-skipanin, sum má endurskoðast, um man vil gera broytingar. Fast Track hevur ikki broytt eitt komma í nakrari lóg ella kunngerð.
  • Talið á útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum veksur nú spakuligari
    Tað er tískil ikki rætt, tá ið ein mynd verður málað, at tað floymir inn við útlendingum, ið koma til Føroya at arbeiða.
  • Inntøkukrøv hava avmarkað talið á loyvum til samfylgjandi familju
    Hækkingin í inntøkukravinum hevur viðført, at talið á fólkum, sum eru komin við sum samfylgjandi familja, er minkað úr 125 fólkum í 2023 niður í 47 fólk í 2025. Talið á samfylgjandi børnum er minkað meira enn talið á makum.
  • Størsti parturin av útlendingunum koma her í arbeiðsørindum
    Seinastu fýra árini eru umleið 5.000 uppruna arbeiðs- og uppihaldsloyvi veitt útlendingum. Hóast hetta er talið á útlendingum á arbeiðsmarknaðinum økt við 800 fólkum í sama tíðarskeiði. Hetta staðfestir, at størsti parturin av starvsfólkunum fer av aftur landinum.
  • Útlendsku starvsfólkini eru ein stór inntøka fyri landið og almennu kassarnar
    Fyri árið 2024 varð mett, at útlendsk starvsfólk leggja umleið 2 mia. krónur til búskapin og upp til 400 mió. krónur um árið til almennu kassarnar (land og kommunur)

Omanfyristandandi fakta verða nágreinað niðanfyri.

1. Fast Track-skipanin er ein avtala um viðgerðartíð
Tá ið fólk hava verið ónøgd við okkurt, sum hevur við útlendingaøkið at gera, er tað í miðlum og kjakum ofta snarskipanin, sum stendur fyri skotum. Men sum oftast hevur málið og ónøgdin als einki við snarskipanina at gera.

Fast Track-skipanin frá november 2021 hevur ikki broytt eitt komma í nakrari lóg ella kunngerð. Snarskipanin er ein avtala millum donsku stjórnina og Landsstýrið og snúði seg um at fáa stytt longu viðgerðartíðina av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi frá fólki úr triðjalondum, sum høvdu fingið bjóðað starv í Føroyum.

Trupulleikin við skipanini, sum var galdandi áðrenn november 2021, var, at tað tók so langa tíð at fáa avgreitt loyvini, at tey fólk, sum ætlanin var at seta í starv, ofta høvdu tikið av størvum í øðrum londum, tá ið loyvið endiliga varð givið.

Skipanin kom heldur ikki úr leysum lofti. Arbeiðsloysið í Føroyum hevði verið sera lágt í fleiri ár, har samfelagið ikki fekk loyst allar uppgávur uttan at fáa starvsfólk uttanífrá. Tí var snarskipanin eitt stórt framstig, tí hon tryggjaði, at vit fingu skjótari svar upp á umsóknirnar.

Treytirnar til útlendingin, sum søkti um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, vóru tó ikki linari enn áður. 

Við snarskipanini tryggjaði landið sær, at vit fingu loyst týðandi samfelagsuppgávur, sum annars ikki høvdu verið loystar. Tí nýggja skipanin gjørdi, at tað bar til at seta útlendingar í starv, áðrenn teir høvdu tikið av einum starvi í einum øðrum landi.

Treytirnar til arbeiðsgevaran vórðu hinvegin herdar. Við Fast Track-skipanini skal arbeiðsgevari vátta, at arbeiðsgevarin einki mál av týdningi hevur útistandandi við Arbeiðs- og brunaeftirlitið ella hjá Sjóvinnustýrinum.

Vilja vit broyta treytirnar fyri útlendingum, sum koma til landið, er tað útlendingalógina, vit mugu hyggja upp á – ikki snarskipanina.

2. Talið á útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum veksur nú spakuligari
Tá ið snarskipanin varð sett í gildi í november 2021, vóru 1.628 fólk, sum ikki vóru danskir ríkisborgarar, á arbeiðsmarknaðinum. Í november 2025 var talið 2.434. Av hesum eru 987 úr evropeiskum londum.

Fyrstu tvey árini, snarskipanin var í gildi, vaks talið úr 1.628 upp í 2.227. Hetta er ein vøkstur á umleið 600 fólk, og orsøkin var, at tað var ein stórur ódekkaður tørvur á starvsfólkum til eina røð av samfelagsuppgávum.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið nógv minni – uml. 100 fólk um árið. Tað er tí ikki rætt, tá ið ein mynd verður málað, har tað floymir inn við útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða. Tað hevur verið ein vøkstur, men vøksturin er hasaður munandi av. 

Kelda:
www.hagstova.fo

3. Inntøkukrøv hava avmarkað talið á loyvum til samfylgjandi familju
Talið á samfylgjandi familju, sum er komið við útlendskum starvsfólkum, hevur altíð verið lágt – tað eru 7-8 vaksnir útlendingar fyri hvørt barn.

Í 2023 varð sett sum krav, at ein útlendingur, sum kemur til Føroya at arbeiða, skal forvinna eina ávísa upphædd, áðrenn hann fær loyvi til at fáa maka og/ella børn til landið sum samfylgjandi familja. 

Hetta kravið verður sett fyri at tryggja, at útlendingurin er førur fyri at forsyrgja samfylgjandi familjuna. 

Um ein útlendingur við arbeiðs- og uppihaldsloyvi vil fáa sína familju við sær sum samfylgjandi familja, má hann ella hon skjalprógva, at inntøkan hjá honum í minsta lagi er henda (2026):

  • Samfylgjandi maki:  38.629,06 kr. um mánaðin
  • Samfylgjandi maki og 1 barn: 44.343,88 kr. um mánaðin
  • Fyri hvørt eyka barn: 1.480.42 kr. um mánaðin – tó í mesta lagi 48.785,13 kr. um mánaðin tilsamans
  • 1 samfylgjandi barn (eingin maki): 31.710,81 kr. um mánaðin
  • Fyri hvørt eyka barn: 3.667,75 kr. um mánaðin – tó í mesta lagi 42.714,06 kr. um mánaðin tilsamans

Hetta inntøkukravið hevur viðført, at talið á fólkum, sum eru komin við sum samfylgjandi familja, er minkað úr 125 fólkum í 2023 niður í 47 fólk í 2025. Talið á samfylgjandi børnum er minkað meira enn talið á makum.


Harumframt koma eisini børn, sum verða familjusamanførd. Tað kann til dømis verða, tá ið ein útlendingur verður giftur við einum føroyingi, og børnini hjá útlendinginum verða familjusamanførd. Hetta hevur tó einki við arbeiðs- og uppihaldsloyvi ella snarskipanina at gera.

Kelda: 
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11428

4. Størsti parturin av útlendingunum koma her í arbeiðsørindum
Nógv tann størsti parturin av útlendingunum, sum koma til Føroya, koma í arbeiðsørindum. Og størsti parturin fer av landinum aftur, tá ið arbeiðsørindini eru liðug.

Seinastu fýra árini eru umleið 5.000 nýggj uppruna arbeiðs- og uppihaldsloyvi veitt útlendingum, sum hava fingið arbeiðstilboð í Føroyum. Hóast hetta, er talið á útlendingum á arbeiðsmarknaðinum einans økt við umleið 800 fólkum í sama tíðarskeiði.

Hetta merkir, at størsti parturin av teimum, sum koma til landið í arbeiðsørindum, fara av landinum aftur rættiliga skjótt.

Tað eru eisini útlendingar á arbeiðsmarknaðinum, sum eru komin her á annan hátt, t.d. familjusamanførd, tí tey eru gift við einum føroyingi. Útlendingar, sum hava eitt ávíst familjutilknýti ella líknandi tilknýti til ein fastbúgvandi persón í Føroyum, hava møguleika fyri at søkja um familjusameining. 

Hesi eru tó her á heilt øðrum treytum og hava tá einki við við arbeiðs- og uppihaldsloyvi at gera. Her kann nevnast, at tað seinastu fýra árini eru givin 236 loyvir fyri familjusamanføring. 

Kelda: 
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11428

5. Útlendsku starvsfólkini eru ein stór inntøka fyri landið og fyri almennu kassarnar
Í óheftari greining, sum búskaparfrøðingur gjørdi fyri Vinnuhúsið í 2024, varð mett, at útlendsk starvsfólk bidraga við umleið 2 mia. krónum til búskapin og upp til 400 mió. krónur um árið til almennu kassarnar – land og kommunur.

Nettobidragið til almennu kassarnar er tó tengt at, hvussu nógv søkja um og fáa varandi uppihaldsloyvi, tá ið tey hava verið her í minst sjey ár. Fáa tey varandi uppihaldsloyvi og verða verandi, fáa tey rætt til ymiskar vælferðartænastur.

Um allir útlendingar, sum koma til Føroya, høvdu fingið varandi uppihaldsloyvi, er nettobidragið til almennu kassarnar mett at verða eitt pluss á umleið 100 mió. krónur um árið.

Um eingin fær varandi uppihaldsloyvi, er nettobidragið mett at vera eitt pluss á umleið 400 mió. krónur.

Ein avmarkaður partur av útlendsku starvsfólkunum, sum koma til Føroya, fær varandi uppihaldsloyvi, og tí er nettoíkastið til almennu kassarnar sannlíkt í ovara enda av hesum intervallinum, t.e. nærri 400 mió. kr.

Um hugt verður at samlaða talinum av børnum við útlendskum ríkisborgaraskapi, eru tað 7-8 vaksin við útlendskum ríkisborgaraskapi fyri hvørt barn undir 18 ár.

Kelda: 
https://www.industry.fo/kunningartilfar/samfelagsbuskaparligi-tydningurin-av-utlendskari-arbeidsmegi-i-foeroyum

www.hagstova.fo