Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.02.2026 08:40

Filmur um barnsburðartunglyndi

Filmsfelagið

Vígdis Skorheim fer at innleiða sýningina við nýggja amerikanska stjørnufilminum “Die my love”, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin. Vígdis er stjóri fyri MEA og cand.pæd.pæd.psyk. Við Jennifer Lawrence í høvuðsleiklutinum tekur filmurin støði í evninum barnsburðartunglyndi, sum Vígdis persónliga hevur sagt frá um í Útvarpssendingini Nert ikki við.

Í filminum ”Die my love” fylgja vit ungu mammuni og rithøvundanum, Grace, sum flytir saman við makanum, Jackson, at búgva í barnaheiminum hjá honum burtur frá býnum. Hon er Oscarvinnarin Jennifer Lawrence og hann er Robert Pattinson. 

Hóast Grace roynir, hevur hon ilt við at finna seg til rættis í nýggja leiklutinum og fjara umhvørvinum har kærleiki, dreymar og óvæntaðar avbjóðingar tørna saman. Mamma hansara, Oscarvinnarin Sissy Spacek (f.1949), varnast, at alt ruggar ikki rætt hjá verdóttrini. 

Tað var fyri leiklutin sum Loretta Lynn, at Sissy Spacek í 1980 vann Oscarvirðislønina í filminum “Coalminer’s Daughter”. Fyrstu ferð hon gjørdi vart við seg í listarligum amerikanskum filmi var í ” Badlands” hjá nýskapandi meistaranum Terrence Malick í 1973.  

Bæði leikstjóri og høvuðsleikari í nýggja filminum munnu hava havt tær sterkastu lýsingarnar um og av móðurskapi í nútíðar filmi. Skotski leikstjórin, Lynne Ramsay (f.1969), við filminum ”We need to talk about Kevin” í 2011, og Jennifer Lawrence (f.1990) sum høvuðsleikari í Aronofsky filminum ”Mother!” í 2017. 

Søguna, sum filmurin mikukvøldið byggir á, skrivaði jødisk-argentinska Ariana Harwicz (f.1977) á sponskum í 2012 við heitinum ”Matate, amor”. Ummælarar róstu søguni fyri inniligu og kenslubornu lýsingina av parlagi, móðurskapi og samleika. 

Filmurin ”Die, my love” var í høvuðskappingini í Cannes 2025 og fekk serstakliga góð ummæli, serliga fyri sterka, ótamda og sexuelt eksplisitta leiklutin hjá Jennifer Lawrence, ið ummælarar meta verdan fleiri altjóða virðislønir.

Atgongumerkjasølan er byrjað.

11/2 kl 20:00 Die, My Love (Lynne Ramsay Bretland USA 2025 119 min)

Spjaldur