Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.03.2025 18:52

Filmur & myndir: Bass Elvis framførdi í heimbygdini

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag var alment hátíðarhald fyri Jóannesi Joensen, eisini betri kendur sum Bass Elvis, í miðhøllini í skúlanum, í heimbygdini Leirvík, eftir at hann vann heiðurin Ársins útvarpshitt við sanginum Tú skal syngja tær ein sang. 

Umframt ársins útvarpshitt, so sang hann eisini fleiri sangir hjá legenduni Elvis Presley.

Umleið 200 fólk vóru møtt uppa at heiðra og hátíðarhalda mannin, sum seinni í ár eisini skal spæla á G! 2025.

Filmur og myndir: Eysturoyarportalurin