Eysturoyarportalurin var við, tá ið nýggi bjargingarbáturin hjá Eysturkommunu, í gjár, varð sigldur úr Havn til Norðragøtu.
Báturin, sum er keyptur úr Norra, og bygdur í 2012, kom við farmaskipið til Havnar, har hann síðani hann skuldi siglast til Eysturkommunu.
Við á ferðini vóru umboð fyri Sløkkiliðið úr Eysturkommunu og borgarstjórin í Eysturkommunu.
Ferðin úr Havn til Norðragøtu tók uml. 40-45 minuttir.
Eftir at hava ligið á Norðragøtu í uml. 1 tíma, varð hann sigldur til Leirvíkar, har hann fer at verður málaður og riggaður til.