Tíðindaskriv
Løgfrøði er ein natúrligur partur av filmsframleiðslu og handritamenning, men løgfrøði er eisini eitt evni, øll ikki vanliga geva sær far um. Tí hevur Filmhúsið tikið stig til at skipa fyri einum skeiði um løgfrøði. Luttakarar fáa eitt yvirskipað innlit í rættindi innan filmsframleiðslu – frá upphavsrætti og leikrættindum til festival- og biografsýningar.
Skeiðið verður leygardagin 18. oktober kl. 09.30 – 15.00 í Filmhúsinum á Vestaru Bryggju 15, 3. hædd í Havn
Dagurin verður skipaður bæði við framløgu um týdningarmestu rættindini at hava í lagi frá byrjan av einari framleiðslu og handritsmenning.
Rasmus Ludvig Árting, løgfrøðingurin fer at undirvísa. Hann hevur royndir úr altjóða filmsvinnu hjá Reinvent og hevur arbeitt við samráðingum umframt sáttmálum við m.ø. Netflix, HBO og Disney. Harumframt hevur hann arbeitt við upphavsrætti hjá VIA University College.
Rasmus Ludvig Árting fer at vísa dømi um sáttmálar úr praksis millum annað cast/crew-sáttmálar, festival/bio-rættindi og tónleikaclearance. Tað verður eisini lagt upp til prát um sáttmálar og altjóða avtalur. Neyðugt er at melda seg til skeiðið.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Filmhúsinum ffi.fo