Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2024 10:51

Filmsinnlating Geytin 2025

Norðurlandahúsið

Í fjør vann Katrin Joensen-Næs og stuttfilmurin Sæla Geytan. Hvør man gerast vinnarin av gyltu standmyndini í 2025? Um tú vilt vera við í kappingini um Geytan, so mást tú senda filmin inn í seinasta lagi 13. januar áðrenn midnátt

Norðurlandahúsið samstarvar við Filmshúsið um at skipa fyri stóru stuttfilmskappingini Geytin, sum verður hildin leygarkvøldið 8. februar 2025. Á kvøldinum verða nýggir, føroyskir stuttfilmar sýndir og filmsvirðislønir handaðar.

Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.

 Vinnarin av Geytanum fer avstað við einum einum gyltum Geyta og einari virðisløn á 40.000 kr, ið er latin av Runavíkar kommunu.   

Um tú hevur gjørt ein stuttfilm, ið skal vera við í kappingini, mást tú minnast til at senda hann inn í seinasta lagi 13. januar áðrenn midnátt.

 Les meira um krøvini til filmin og um kappingina á nlh.fo