Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.08.2026 16:47

Filmshúsið og Betri samtakið leingja samstarvið 

Mynd: Filmshúsið

Filmshúsið

Betri samtakið heldur fram sum týðandi stuðul hjá føroyskum filmi og hevur nú gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028.

Við avtaluni letur Betri samtakið 2 milliónir krónur til føroyskar filmsverkætlanir, talentmenning og onnur átøk, sum skulu styrkja føroyska filmsumhvørvið komandi árini. 

Nýggja avtalan byggir víðari á samstarvið, sum byrjaði í 2023, um menning av føroyskum filmum og filmsverkætlanum. Síðani tá hevur stuðulin verið við til at skapa nýggjar møguleikar fyri føroysk filmsfólk og fingið fleiri filmsverkætlanir úr hugskoti til veruleika.

Stuðulin verður latin til størri føroyskar filmsverkætlanir, menning av nýggjum verkætlanum, stuttfilmar og talentmenning. Endamálið er framvegis at geva føroyskum søgum bestu fortreytir at verða sagdar og at menna føroyska filmsvinnu. 

– Stuðulin hevur havt stóran týdning fyri føroyska filmsumhvørvið. Hann hevur verið við til at styrkja menningina av nýggjum føroyskum filmsverkætlanum og skapa betri karmar fyri føroysk filmsfólk. Samstundis er hann við til at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.

– Alsamt fleiri ung hava áhuga fyri filmi og vilja royna seg innan filmsgerð. Við stuðlinum kunnu vit bjóða fleiri møguleikar, skeið og menningartiltøk, sum eru við til at menna komandi ættarlið av føroyskum filmsfólki, sigur hon.

Eitt av endamálunum hjá Betri samtakinum er at stuðla verkætlanum og átøkum, sum gagna samfelagnum í breiðum høpi, eitt nú innan málmenning og mentan.

Filmshúsið umsitur stuðulin, sum verður býttur út eftir umsókn. Stuðulsmøguleikar og treytir eru at finna á heimasíðunum hjá Filmshúsinum www.ffi.fo og www. Betri betri.fo.

Spjaldur