Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2024 08:13

Filmsfólk fara til New York

Tíðindaskriv

Frá apríl til juli verður stórt føroyskt mentanarátak í mentanarhúsinum Scandinavia House í New York undir heitinum Fog Swept Islands.  


Filmur er eisini umboðaður, og hesaferð er tað heimildarfilmurin Heartist um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttur og hennara áhugaverdu listaverk og tilgongd, sum er á skránni. 

Ein sýning er fyri innbodnum úr filmsvinnuni, skúlum, filmfestivalum og fjølmiðlafólki.


Leygardagin 13. apríl er ein almenn sýning. Báðar dagarnar verður listaprát við Sigruna Gunnarsdóttur, listakvinnu, Beintu á Torkilsheyggi, leikstjóra, og Rógva Rasmussen, framleiðara umframt Jón Hammer, framleiðara. Filmshúsið skipar fyri tiltakinum.


Úr Filmshúsinum siga tey seg vera sera fegin um at vera partur av hesum mentanarátaki, ið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Filmhúsið sær nógvar møguleikar við at luttaka til bæði filmfestivalar umframt slík mentanarátøk sum Fog Swept Islands.