Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2025 01:29

Filmsfelagið í summarfrí

Filmsfelagið

Við nýggjasta Wes Anderson filmin fyri nærum fullsettum Sali í kvøld, takkar Filmsfelagið fyri undirtøkuna hetta farna sýningarárið. Uttan tykkum, einki Filmsfelag. Nú fara vit í summarfrí og byrja aftur mikudagin 27. august. Tá stendur mikið hóskandi: ”Life is a Stage” á plakatini.

Um filmin The Great Lillian Hall:

Hin tvífalt Oscarvirðislønta Jessica Lange (f.1949) er trúfasta Broadwaystjørnan, Lillian Hall, sum aldri hevur svikið áskoðaran. Men nú hon skal spæla í Kirsiberjagarðinum, sum russiski Anton Tjekhov (1860-1904) skrivaði árið fyri hann doyði, bara 44 ára gamal, fer at bila hjá Lillian. 

Edith Wilson (Kathy Bates) er dagligur stuðul í sjónleikarhúsinum, og skal síggja til, at alt gongur væl við framførsluni. Men eins og leikstjórin og leiðarin í húsinum, kennir Edith á sær, at her ruggar ikki rætt við Lillian. Hon er ikki hin sama, nú hon er farin at gloyma tekstin. 

Næstrafólkini, sum Lillian ikki hevur sett í fremstu røð, merkja onga broyting av pallinum í sjónleikarhúsinum. Dóttrina hevur hon ikki stundir til og ommubørnini eru enn longri burturi úr gerandisdegnum. 

Við ringum tannabiti fer hon til læknan, sum bara kann geva henni tey keðiligu boð, at boytingarnar, hon longu merkir, fara at verða enn fleiri. 

Eru stundir, at hon kann leggja nakað um í lívinum, og vil hon yvirhøvur gera tað?

André Niclasen, sum var við at endurstovna Filmsfelagið í 1984, hevur týtt russiska leikin, Kirsiberjagarðurin, til føroyskt. Hann er í sjónleikasavninum á Landsbókasavninum. 

Filmurin byggir lutvíst á lívið hjá virðisløntu Broadwaystjørnuni, Marian Seldes (1928-2014). Bróðurdóttirin, Elisabeth Seldes Annacone, hevur skrivað handritið.

Hollywood Reporter skrivar um filmin: “The Great Lillian Hall is a lovely tribute to life in the theater, with all its personal compromises, and a showcase for Lange, who deftly shows the character as a vulnerable woman and also displays the distinct style of Lillian the bravura actress.” 

Gott summar!

Filmsfelagið 27/8 kl 20:00 The Great Lillian Hall (Michael Cristofer USA 2024 110 min)

Spjaldur