Fíggjarmálaráðið
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt uppskot um at broyta játtanarskipanina fyri Løgtingið. Uppskotið hevur sum endamál at seta hámark fyri, hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar hjá landinum kunnu vera. Uppskotið snýr seg eisini um, at skatta- og avgjaldslættar skulu verða fíggjaðir, og at ein løguætlan skal verða gjørd fyri landið.
Í samgonguskjalinum er avtalað, at taka miðvís stig fyri at røkka einari langtíðarjavnvág í búskapinum. Aðalmálið er at tryggja búskaparliga haldførið og at gera langtíðar rakstrar- og løguætlanir. Í hesum sambandi skal eitt fíggjarpolitiskt regluverk verða gjørt. Hetta lógaruppskot er ein týdningarmikil byrjan til slíkt regluverk.
Langt um leingi seta vit nú eina fyriskipan í verk, sum skal tálma rakstrarútreiðslunum hjá landinum. Vit skylda okkara ungu og komandi ættarliðum at tryggja eitt samfelag, sum hevur ein skilvísan rakstur og fremur skilagóðar íløgur í samfelagnum. sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Uppskotið kann lesast her: Mál
