Sjóvar kommuna
Fíggjarætlan 2024
Mánakvøldið 20. november samtykti Sjóvar kommunustýri fíggjarætlanina fyri 2024.
Kommunuskattaprosentið verður óbroytt á 21 og barnafrádrátturin verður 7 tkr, tann sami sum frammanundan.
Rakstur
Inntøkurnar av rakstrinum eru 69,8 mió.kr. og útreiðslurnar eru 61,9 mió.kr. Avlopið av rakstrinum er 7,9 mió.kr, harav rentuútreiðslur og stuðul til rentuútreiðslur eru 3,1 mió.kr.
Skipanin við frítíðarkorti heldur fram á sama hátt sum frammanundan. Hendan skipanin gevur børnum og ungum, frá 6 til 18 ára aldur, eitt virði á 2.000 kr., sum kann nýtast til at luttaka í ítróttarligum og øðrum mentanarligum frítíðartilboðum.
Kostnaðurin av eldraøkinum økist við umleið 11%, sum í høvuðsheitum stavar frá lønarhækking.
Gjøldini og skipanin á dagstovnaøkinum eru óbroytt, soleiðis at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, 3/4 gjald fyri annað barnið og onki gjald fyri triðja barnið.
Í trá við at fólkatalið í kommununi økist, hevur verið neyðugt at seta fleiri fólk í starv á dagstovnaøkinum í 2023, og hetta viðførir ein hægri rakstrarkostnað á hesum rakstrarstaði.
Sjóvar kommuna hevur sett fólk til at umsita Ungdómstilboðið og Bygdahúsið. Ungdómstilboðið skal ætlandi byrja í 1. ársfjórðingi í 2024.
Umstøðurnar á havnalagnum á Hulki eru blivnar nógv betri, og inntøkurnar í sambandi við skipaferðslu vaksa støðugt.
Íløgur
Íløgur verða gjørdar fyri 28,1 mió.kr., og hesar verða fíggjaðar við rakstraravlopi og lántøku.
Umframt nakrar smærri íløgur, verða íløgur serliga gjørdar í fyrireikingum av ítróttarhøll, vinnuøki Innan Glyvur og bústaðarøki við Langanes.
Hetta eru stór tøk, ið fara at seta sín dám á komandi fíggjarætlanir, tí onkrar av hesum íløgum fara at fevna um meira enn eitt fíggjarár.
Fíggjarstøða
Langfreistaða skuldin er ultimo oktober 2023 37,2 mió. kr., og verður í 2024 niðurgoldin við 5,8 mió.kr.
Ultimo oktober 2023 er nettoskuldin í Sjóvar kommunu 32,7 mió.kr., og við ársenda 2023 verður nettoskuldin væntandi 39,6 mió.kr., svarandi til umleið 76% av einari álíkning.
Álíkningsgrundarlagið er broytt í árinum, soleiðis at inntøkur í sambandi við endurgjald til eldraøkið skulu roknast við. Við ársenda 2024 verður nettoskuldin væntandi 59,8 mió.kr. svarandi til umleið 81% av einari álíkning.
INNTØKUR: | |
Persónsskattur | 55.753.800 |
Aðrar inntøkur | 14.087.000 |
69.840.800 |
ÚTREIÐSLUR: | |
Rakstur | 58.867.800 |
Rentustuðul | 1.300.000 |
Rentur av lánum | 1.758.100 |
61.925.900 | |
Íløgur | 28.060.000 |
Hall | -20.145.100 |
69.840.800 |
YVIRLIT YVIR RAKSTUR: | |
Kommunal fyrisiting | 5.677.000 |
Almannamál | 19.360.500 |
Børn og ung | 17.229.200 |
Undirvísing | 5.832.400 |
Mentamál | 3.212.000 |
Teknisk mál | 4.584.600 |
Kommunal virki | 2.972.100 |
58.867.800 |
YVIRLIT YVIR ÍLØGUR: | |
Bygningar | 3.700.000 |
Gøtuljós | 160.000 |
Vegir | 2.050.000 |
Vatn og kloakk | 280.000 |
Vetrarfriðing | 400.000 |
Bingjupláss | 200.000 |
Skálafjarðar Sløkkiliið | 520.000 |
Havnaløg | 200.000 |
Grønar orkuloysnir | 2.200.000 |
Bústaðarøki við Langanes | 5.000.000 |
Vinnuøki Innan Glyvur | 5.000.000 |
Øki til frítíðarbústaðir | 350.000 |
Ítróttarhøll | 8.000.000 |
28.060.000 |