Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.06.2025 00:21

Fíggingin komin í hús

Tíðindaskriv

Føroysku hondbóltsdreingirnir hava ikki bara skrivað heimssøgu, men teir hava skrivað seg í føroysku hjørtuni við skjótum, tekniskum og rúnarbindandi hondbólti.

Tíverru vóru tað ikki ølll, ið høvdu møguleika at síggja serstakliga spennandi og søguligu hálvfinaluna móti Portugal, tí dysturin mátti keypast umvegis heimasíðuna hjá Solidsport.

Av tí at Kringvarpið ikki hevur rættindi til hondsbóltsdystirnar hjá U-21 var farið í gongd við at savna pengar inn, soleiðis at søguligi bronsudysturin móti Svøríki kann vísast í Kringvarpinum.

Fíggingini er komin í hús. Talan er um 30 fyritøkur og 5 kommunur, ið hava tikið stig til at stuðla søguliga bronsudystinum.

Nú manglar bara tekniski parturin, men hann kemur væntandi í rættlag skjótt. Sum støðan er nú, er tað tí nógv, ið bendir á, at søguligi bronsudysturin móti Svøríki verður vístur í Kringvarpinum.

Til gleði og gangs fyri allar føroyingar.

Hesi stuðla søguliga bronsudystinum:

  1. Fishfacts
  2. Oy
  3. Poul Hansen
  4. Mowi
  5. Sunda kommuna
  6. Eysturkommuna
  7. Faroe Ship
  8. 62 norð
  9. Vága kommuna
  10. Varðin
  11. Hotel Hilton
  12. Vónin
  13. Runavíkar kommuna
  14. Poul Michelsen
  15. Skálkur.fo
  16. Smyril Line
  17. Magn
  18. Voxbotn
  19. SMS
  20. Atlantic Airways
  21. Havnar Bio
  22. Føroya Bilasøla
  23. Christian í Grótinum
  24. Effo
  25. Klaksvíkar kommuna
  26. Føroya Tele
  27. Nema
  28. Framskák
  29. Samskip
  30. Vestpack
  31. Rasmussen bussar
  32. Tummas Dam Ítróttur
  33. Simme Musikkhús
  34. Málarameistarin á Fríðufløtum