Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.01.2026 16:28

Ferðsluviðurskifti við Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar kommuna

Á fundi 15. januar millum Fuglafjarðar skúla, Trygdarbólk skúlans, umboð fyri Ferðslunevnd og umboð fyri fyri Fuglafjarðar kommunu, vóru ferðsluviðurskiftini við skúlan á Mirmansvegi umrødd og støða tikin til at seta átøk í verk.

Sum flest øllum kunnugt er nógv ferðsla á Mirmansvegi á morni, við skúlabyrjan. Børn verða koyrd í skúla og sett av, skúlabussar koma og fara, bussar heinta børn úr Fuglafirði til aðrar skúlar og so víðari.

Seinastu tíðina hava vit havt fleiri støður,  sum kundu elvt til óhapp. Hesum vilja vit fyribyrgja og tískil gera vit átøk fyri at bøta um viðurskiftini.

Broyta parkeringsmøguleikar

Parkeringsbásarnir á niðara borð við skúlan, hava víst seg at órógva busskoyringina og  tískil velja vit at niðurleggja parkeringsbásarnar. Ístaðin vísa vit til parkeringsbásarnar omanfyri kirjugarðin. Hetta grunda á, at parkeraðu bilarnir eru við til at økja um vandan, tá børn verða sett av.

Teir parkeringsbásarnir, ið eftir vera, eru tilhoyrandi Tannlæknastovuna og verða nú skipaðir við tíðaravmarking.

Ferðsluhjálp

Frá mánadegnum 19. januar 2026, verður skipað fyri ferðsluhjálp á økinum omanfyri skúlan. Øll verða biðin um at vísa atlit og taka ímóti leiðbeining frá ferðsluhjálparunum.

Skipanin við ferðsluhjálparunum verður royndarkoyrd í tríggjar vikur og síðani eftirmett.

Heitt verður á foreldur og avvarðandi, ið seta børn av við skúlan, um at vegleiða børnini at brúka gonguteigarnar, tá farið verður yvir um Mirmansveg.

Heitt verður á allar borgarar at vísa atlit og virða ferðslulógina.