Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.02.2026 13:35

Ferðsluóhapp: Løgreglan arbeiður við at fáa hann oman úr fjøllunum

Fyri umleið einum tíma síðani hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Norðragøtu, við rundkoyringina til Leirvíkar.

Bilførarin rýmdi frá óhappinum og niðan í fjøllini, oman fyri tunnilsmunnan.

Av vaktstøðin í Havn upplýsir løgreglan fyri Eysturoyarportalinum, at løgreglumenn er uppi í fjøllinum og tosa við mannin í løtuni við at fáa hann oman aftur í øllum góðum.