Mynd: Politi.fo
Løgreglan fekk í gjárskvøldið kl 21.30, eina fráboðan um, at tveir bilar høvdu rent saman uttanfyri klædnahandilin Skálkur í Saltangará.
Bert ein persónur var í hvørjum bili, og vóru teir fluttir á sjúkrahúsið, har løgreglan sigur, at annar av bilførarunum var seymaður í andliti.
Tað er enn óvist hvussu bilarnir rendu saman, sigur løgreglan.
Løgreglan var í gjár í Gøtugjógv og tók ferðslumátingar. Har fingu fimm bilførarar bøtur og eitt klipp var givið fyri ov nógva ferð. Tveir bilførarar fingu eisini bót og klipp í koyrikortið fyri at tosa í telefon.
Løgreglan gjørdi eisini ferðslumátingar Millum Fjarða. Har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið, fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu ávikavist 106 og 108 km um tíman.
Deil á Facebook