Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.05.2023 00:39

Ferðslan í samband við Bilafestivalin – Nes kommuna

Mynd: Nes kommuna

Í samband við Bilafestivalin verða broytingar í ferðsluni.

Á Regnavegnum verður einvegis ferðsla úteftir og á Heygsvegi verður einvegis ferðsla inneftir.

Eisini verður partur av Toftavegi stongdur. Vegastrekkið omanfyri Landingarmiðstøðina verður stongt allan festivalin og vegastrekkið frá Navia og út til Kommunuskrivstovuna verður stongt frá kl. 15.00 til kl. 17.00 leygardagin.

Tung ferðsla verður leidd ígjøgnum økið.