Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.05.2024 20:30

Ferðavinnumálið er ikki loyst

Mynd: Bóndafelag Føroya

Bóndafelag Føroya

Semjan millum samgonguna og Sambandsflokkin hevur togað ferðavinnuuppskotið hjá Høgna Hoydal tann rætta vegin, men málið er langtífrá komið á beint.

Landsstýrismaðurin hevur framvegis alt ov stórar heimildir til at leggja ferðavinnuni á bygd forðingar í vegin. Somuleiðis er tað fulkomuliga burturvið at áseta í § 3 í lógini, at ferðafólk hava rætt til ókeypis at ganga fram við strondini og á ávísum “hagagøtum”. Hetta verður t.d. brátt endin á teim friðaðu mølheyggjunum á Sandi og tí viðbriknu náttúruni í Saksun. Longu nú virða ferðafólk ikki skelting, og tí fara tey heldur ikki at virða slíkar náttúrufriðingar. Hartil vita ferðafólk sjálvandi ikki, hvat er innangarðs og ferðsla ikki er loyvd, eins og tey heldur ikki skilja munin á at ganga eftir bakkanum.

Bóndafelagið góðtekur undir ongum umstøðum eina stigvísa tilonkisgering av ognarrætti og ræðisrættindum, sum hetta uppskotið fer at hava við sær. Somuleiðis verður heldur ikki góðtikið at ferðafólk fáa so fríar ræsir til at ganga ókeypis í føroysku náttúruni. Løgtingslimir verða tí mintir á, at stríðið ímillum partar av ferðavinnuni øðrumegin og lokalsamfeløgini hinumegin langtífrá verður loyst við hesum lógaruppskotinum. Hinvegin er vandi fyri, at stríðið herðist munandi.