Runavíkar Havn
Mikudagin 18. juni kemur ferðamannaskipið Renaissance hjá Ambassador Cruise Line inn á Kongshavn.
Skipið liggur við kai frá kl. 08.00 til 14.00. Hetta er fyrstu ferð at Renaissance, sum er 220 metrar langt, vitjar okkara havn.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og MB Tours er túrsmiður.
Runavíkar havn og Visit Runavík eru til reiðar, saman við sínum cruisetoymi, at taka væl ímóti útlendsku gestunum