Runavíkar Havn
Ferðamannaskipið National Geographic Endurance hjá reiðarínum Lindblad Expeditions kemur til Funnings fríggjadagin 4. juli.
Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri bygdini, og teir 104 gestirnir verða førdir í land við smábátum. National Geographic Endurance er seinasta ferðamannaskipið at vitja í bygdini í ár. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Funningi.
Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar havn og Visit Runavík, er sum altíð væl fyrireikað og til reiðar at taka ímóti bæði ferðafólkum, størsti parturin úr USA, og manning.
National Geographic Endurance varð liðugt bygt í 2021 og er 124 metrar langt. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.45.