Runavíkar Havn skrivar soleiðis:
Ferðamannaskipið Maud, sum hevur vitjað Runavíkar havn fleiri ferðir áður, lá við bryggju í gjár frá kl. 7.00-16.00.
Tey 420 ferðafólkini hugnaðu sær í umráðnum, og kl. 13.30 varð skipað fyri konsert fyri útlendsku gestunum. Ein deilig løta við Løkin í Runavík.
Umboðsfelagið hjá Maud er Faroe Ship.
Vit ynskja skipinum eina góða ferð víðari.
Deil á Facebook