Runavíkar Havn skrivar:
Í gjáramorgunin kl. 10.30 kom ferðamannaskipið Island Sky frá reiðarínum Noble Caledonia inn á Kongshavn.
Hóast veðrið ikki var av tí besta, komu tey umleið 100 ferðafólkini væl nøgd í land og hugnaðu sær á skipaðum útferðum. Ferðafólkini vóru úr Onglandi, Skotlandi, Australia, USA, Norra og Finlandi.
Á middegi varð skipað fyri plattahandan umborð, har umboð frá Runavíkar kommunu og -havn vórðu væl móttikin av skiparanum.
Island Sky skuldi eftir ætlan steðga tveir dagar í Føroyum, men veðrið hevði við sær at skipið sigldi úr Føroyum í gjárskvøldið kl. 18.30.
Vit ynskja Island Sky, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari og gleða okkum til skipið vitjar aftur mánadagin 30. juni