Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2025 12:24

Ferðamannaskipið Hebridean Sky kemur inn á Runavík

default

Runavíkar Havn

Mánakvøldið 23. juni kl. 22 kemur ferðamannaskipið Hebridean Sky inn á Runavíkar havn. Skipið liggur við kai til týskvøldið kl. 18.30.

Umborð eru umleið 100 ferðafólk og manningin telur 72 fólk. Hebridean Sky hjá reiðarínum Noble Caledonia varð bygt í 1991 og er 90 metrar langt.

Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og túrsmiður MB Tours.