Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2025 08:57

Ferðamannaskipið Ambition á Runavík

Ferðamannaskipið Ambition kom í morgun inn á Runavík (Mynd: Kristian Erling Vígdá)

Í morgun 8. mai kom ferðamannaskipið Ambition hjá Ambassador Cruise Line inn á Runavíkar havn fyri fyrstu ferð í ár.

Runavíkar Havn upplýsir at, skipið, sum eisini vitjaði seinasta ár, liggur við kai frá kl. 9.00 til 20.00 í dag.

Umborð eru umleið 1200 ferðafólk, og manningin telur umleið 670 fólk.

Ambition, sum er 216 metrar langt, hevur longu nú bílagt kaipláss fleiri ferðir í ár, 2026 og 2027.

Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og MB Tours er túrsmiður.

Ferðamannaskipið Ambition uttanfyri Nes. Mynd: Kristian Erling Vígdá