Runavíkar Havn
Ferðamannaskipið Amadea hjá reiðarínum Phoenix Reisen kemur inn á Runavíkar havn ólavsøkuaftan kl. 13.30
Skipið kemur ein dag fyrr enn ætlað vegna vánaligt veður í Íslandi. Amadea liggur við bryggju til ólavsøkudag kl. 14.00.
Hetta er aðru ferð Amadea vitjar okkum í ár. Umborð eru umleið 500 ferðafólk, og manningin telur 290 fólk.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og Faroeway Adventures er túrsmiður.