Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2024 12:01

Ferðamannaskip vitjaði í Funningi

default

Runavíkar Havn

Ferðamannaskipið National Geographic Endurance frá reiðarínum Lindblad Expeditions vitjaði í Funningi í gjár.

Teir umleið 100 cruisegestirnir vórðu førdir í land við smábátum. Vitjanin gekk sera væl, og lokala cruisetoymið syrgdi sum vant fyri at gestirnir fingu hópin av serstøkum lokalum upplivingum.

Í Funningi verður tikið ímóti í mesta lagi trimum ferðamannaskipum um árið, og hetta var seinasta vitjan í ár. Allar tríggjar vitjanirnar hava gingið væl, og nú gleða øll seg til at taka ímóti trimum skipum aftur næsta ár. Í 2025 er fult bókað í Funningi, og bíleggingar eru eisini komnar í 2026 og 2027.

Tor Shipping er umboðsfelag hjá NG Endurance í Føroyum.