Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2025 10:32

Ferðamannaskip á Runavík

default

Runavíkar Havn

Hósdagin 11. septembur kemur ferðamannaskipið Ambiton, hjá reiðarínum Ambassador Cruise Line, inn á Runavíkar havn fyri triðju ferð í ár. Skipið fer at liggja við bryggju frá kl. 9.00 til 17.00.

Ambition er 216 metrar langt og umborð eru umleið 1200 ferðafólk. Manningin telur 670. Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og MB Tours er túrsmiður.

Cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, gleðir seg og er sera væl fyrireikað til at taka ímóti cruisegestunum.