Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.07.2024 23:25

Ferðafólk mátti undir læknahond

savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Tað vóru boð eftir tyrluni hjá Atlantic hósmorgunin. Stutt fyri kl. 09.30 ferkk MRCC eina fráboðan um, at eitt ferðafólk hevði brotið beini og mátti undir læknahond.

Hetta hendi úti við Bøsdalafoss, sum er eitt av best umtóktu ferðamálum í landinum.

Tyrlan var send avstað og flutti ferðafólki á Landssjúkrahúsið.