Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.08.2025 09:57

Ferðafólk ein vandi fyri trygdina í Saksun

Skíggjamynd (Jóhan Jógvansson)

Saksun hevur havt trupuleikar av ov nógvum ferðafólkum seinastu árini. Og nú er aftur galið.

Bóndin í Saksun, Jóhan Jógvansson, rópar varskó, nú hann seinastu tveir dagarnar hevur tikið video av umleið 30 italskum húsvognum sum koyra rekkjukoyring gjøgnum smala vegin gjøgnum Saksunardal.

Hann spyr á uppslagið sínum á Facebook: “Hey visit.. hvussu skjótt klára tit at fáa ein sjúkrabil frammum hetta fylgið ?.

P.s. tey koyrdu spakuligari enn traktorurin hjá mær.”

Sum skilst, so parkerað hesir húsvognar á parkeringsøkinum hjá Glasir í Tórshavn um náttina. Hetta fyri at sleppa undan at rinda fyri at gisting á campingplássi.

Sí video og uppslag her