Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.06.2025 11:27

Ferðafólk duga sær ikki hógv

Mynd: Tryggvi Magnussen

Hásummar er, og við tí kemur eisini hópin av ferðafólki til landið. Hóast fleiri eru glað um nógvu ferðafólkini og tað sum tey leggja eftir seg, so er tað ikki øll sum eru so glað um fremmandu gestirnir, sum ikki skilja ella virða føroysku mentanina og føroysku náttúruna.

Tryggvi Magnussen, bóndi í Tjørnuvík er ein av teimum, og sigur soleiðis um ferðafólkini, sum í gjár fóru gangandi á júst sádda bønum í bygdini:

“Hettar er púra vanlig gongd hjá ferðafólkið, ið koma til Tjørnuvíkar.

Hóast bøurin júst er sáddur, so er tað líkamikið, tað verður gingið júst tað sama, tá grasið stendu sýtt og klárt at sláa.

Kommunan skuldið eitast fyri at hava sett forboðsskelti upp, men tey eru ikki størri enn 5 x 5 cm og man skal vera ein metur frá fyri at síggja tey.

Tjørnuvíkingar hava gjørt kommununa varðuga við hettar í rúma tíð, men her hendi hvøki eitt ella annað, sum at sletta vatn á gás; harmuligt at tað skal verða so.”

Mynd: Tryggvi Magnussen