Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Seinasti dystur í 23. umfarið í Betri deildini hjá monnum var í gjárskvøldið á Tórsvøllin millum HB og Víking. Ein sokallaður “topp-dystur” millum nr. 2. og 3. á stigatavluni.
Um vit byrja við endanum, so vann HB 2-1 og hjálpti harvið KÍ síðsta strekki, til at endurvinna meistaraheitið.
Úrslitið merkir eisini, at nú er HB bert 1 stig aftanfyri Víking, eftir at Víkingur næstan alt kappingarárið hevur verið langt frammanfyri HB og hini liðini. Onkur kann nú byrja at hugsa um síðsta ár, tá júst sama støða var galdandi, har HB yvirhálaði Víking beint áðrenn málstrikuna og tók silvurheiðursmerkini. Fer søgan at endurtaka seg aftur í ár?
Í løtini sær tað ikki út til, at tað koppar til Víking. Síðstu dystirnir, saman við steypadystinum í móti júst HB, hava víst, at liðið ikki hevur sama hugburð og hugflog, sum fyrr í kappingarárinum. Hartil koma skaðar og leikbann, sum hava rakt lyklaleikarar seinastu tíðina, sum hava gjørt fortreytirnar truplari hjá Jóhan Petur Poulsen og Rasmusi Nolsøe.
So um Víkingur skal klára at halda fast um 2. plássi krevst, at liðið nokk skal vinna allar dystirnir sum eftir eru, tí sum HB spælur í løtuni, so seta teir ikki nógv stig til afturat.
Nú er so landsliðssteðgur, áðrenn hol verður sett á seinastu fýra umførini. Víkingur hevur hesar dystir eftir: B36 (úti), NSÍ (heima), AB (úti), og EB/Streymur (heima). Í millum hesar dystirnir er so eisini ein seinna hálvfinala móti júst HB í Havn.
Annars vil Eysturoyarportalurin eisini nýta høvið, at ynskja KÍ monnunum hjartaliga tillukku við meistaraheitinum 2022!
Deil á Facebook