Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.01.2026 08:12

Felags bønarmøti í Leirvík flutt til 17. februar

Trúboðin

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur áður boðað frá, at felags bønarmøti skuldi verða í Leirvík í kvøld. Hetta møtið verður tó ikki hildið sum ætlað, tí tað er nú flutt til týskvøldið 17. februar.

Bønarmøtini verða hildin umleið einaferð hvønn ársfjórðing og savna fólk úr øllum landinum, sum koma saman at biðja. Tiltakið verður kallað “Saman um bøn” og hevur til endamáls at styrkja bæði trúarlívið og felagsskapin millum fólk og meinigheitir.

Kirkjuliga Heimamissiónin heitir á øll áhugað um at seta kross í kalendaran fyri nýggju dagfestingina og gleðir seg til at savnast í bøn í Leirvík 17. februar og í Meinigheitshúsinum í Vági 9. februar – bæði kvøldini byrja kl 19.00.