Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2025 15:00

Feilur á endamastur á Eiðisskarði orsøkin til streymslit

Savnsmynd (SEV)

SEV upplýsir, at tað var feilur á eini endamastur á Eiðisskarði, sum var orsøk til streymslit í parti av Eysuroy í morgun.

Nógvur vindur var, Norðskálalinjan datt út og hetta elvdi til streymslit. Tey flestu høvdu fingið streymin aftur eftir uml. hálvan tíma, men fólk í Funningi, við Gjógv og í Elduvík, máttu bíða lítlan hálvan tíma afturat.

Spjaldur