Løgtingið
Fyrsti felagsfundurin hjá Norðurlandaráðnum í ár varð hildin í Roskilde í døgunum 23. – 24. februar 2026. Johan Dahl, føroyskur limur í Norðurlandaráðnum, hevur luttikið á fundinum.
Hetta er eisini fyrsti felagsfundur, har Føroyar hevur eitt umboð í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Frá 1. januar 2026 bleiv arbeiðssetningurin hjá Norðurlandaráðnum broyttur soleiðis, at Føroyar, Grønland og Áland hava ein sess hvør í formansskapinum. Johan Dahl hevur føroyska sessin í ár.
Fara at atkvøða um uppskotið um styrkta norðurlendska tilbúgving og veitingartrygd
Fleiri stór mál vóru til viðgerðar. Til dømis kann nevnast, at føroyska sendinevndin í fjør sendi inn eitt uppskot til Norðurlandaráðið um styrkta norðurlendska tilbúgving og veitingartrygd. Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur tikið avgerð um at taka hond um hetta uppskotið. Á fundinum avgjørdi formansskapurin, at føroyska uppskotið verður gjørt til eitt uppskot til tilráðing/rekommandatión, sum limirnir í Norðurlandaráðnum seinni í ár skulu atkvøða um.
Frágreiðingin um dagføring av Helsingforsavtaluni løgd fram
Finski professarin, Elina Pirjatanniemi, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at kanna møguleikan fyri at dagføra Helsingforsavtaluna, var við á fundinum í formansskapinum í dag, har hon legði frágreiðingina av dagføringini av Helsingforsavtaluni fram. Frágreiðingin kann lesast her: Utredning inför en eventuell revidering av Helsingforsavtalet.
Frágreiðingin viðgerð fleiri ymisk viðurskifti, men størsti parturin av frágreiðingini snýr seg um spurningin viðvíkjandi fullgildigum limaskapi til Føroyar, Grønland og Áland í Norðurlandaráðnum. Viðgerðin hevur verið sera jalig, og nú verður í Norðurlendska Ráðharraráðnum arbeitt við at seta eina nevnd til at gera uppskot til ítøkiligu dagføringarnar.
Umframt hetta vórðu eisini viðurskiftini í Grønlandi og støðan við russisku innrásini í Ukraina umrødd.
