Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 16:38

FBF nýggjan høvuðsvenjara

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Marjan Nikolic úr Serbia hevur nú yvirtikið ábygdina fyri kvinnu- og gentulandsiðunum hjá Flogbóltssambandi Føroya

Marjan Nikolic kemur beint úr ein starvi sum høvuðsvenjari í bestu serbisku deildini fyri menn. 

Tað, sum millum annað ger Marjan Nikolic áhugaverdan fyri FBF er, at hann er vælkendur við at menna leikarar og umstøður rundanum leikarar. Hesi seinastu 10 árini, hevur hann ment liðið, sum hann hevur staðið á odda fyri – Dubocica – frá at leika í serbisku 5. deild til at vera eitt av betru liðunum í bestu serbisku deildini. Undan hesum hevur Marjan Nikolic staðið á odda fyri kvinnuliðum og ungdómsliðið við báðum kynum. Í 2017 var Marjan Nikolic hjálparvenjari hjá serbiska U19 landsliðnum fyri dreingir.

Serbiskir miðlar hava undra seg yvir, at Marjan Nikolic fer frá einum topp felagið í Serbia til Føroyar. Við serbiskar miðlar sigur Marjan, at hann tók av avbjóðingini at gerast høvuðsvenjari fyri føroyska kvinnulandsliðið og yngru gentulandsliðiðini, tí møguleikar sum hesir ikki koma so oftani. Í Føroyum er nógv arbeiði fyri framman fyri at menna flogbóltin. Eg fari at leggja meg eftir at brúka allar mínar royndir fyri at lyfta stigið á kvinnulandsliðnum og á teimum yngru gentulandsliðunum.

Marjan er 46 ára gamal og er longu farin til verka. Samstundis er venjarin síðani 1. mars. Ciro Zoratti farin úr starvi og er farin av landinum.

Stuðul frá altjóða flogbóltssamgonguni, FIVB, gevur FBF møguleika fyri at seta venjarar í fulltíðarstarv.