Dartsamband Føroya
Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag vóru favorittar at vinna FM undan ársins FM brakið. Baði tvey livdu upp til forvæntningarnar og fingu við tógvi stríð FM heim.
Hjá kvinnunum var sum sagt fleirfaldi FM vinnarin favorittur at vinna, men longu í fjórðingsfinaluni sá hon, at her skuldi kempast fyri sakini, tá spæli ikki ordiliga vildi tað sum hon vildi. Og bardi hon seg til ein 4-2 sigur á Paulu Poulsen. Í hálvfinaluni koyrdi spæli betur og vann hon aftur 4-2 hesuferð á landsliðsleikaranum Anniku Joensen. Í finaluni sum bleiv ein sannur gysari, møtti hon øðrum landsliðsleikara Kristbjørg Vesturklett Reinert úr Vága Dart Felag, Beinta kom væl frá landið, men Kristbjørt kom betur og betur við, spælt var til 5, og við støðuni 4-2, so væntaðu øll at nú var avgjørt, men Kristbjørg vildi tað annaðleiðis, og bardi seg upp til 4-4. Í seinasta settinum høvdu baðar pílar til double, men til endans vann rutinan 5-4.
Hjá monnunum hevði Jan McIntosh trubuleikar longu tíðliga í kappingini, tá 16 leikarar vóru eftir møtti hann Benny Hansen úr D9, Benny reyk avstað uppá 3-0 og við einum flottum comeback kundi fleirfaldi FM vinnarin fara víðari við 4-3. Í fjórðingsfinaluni lat hann ongan iva verða um, tá hann vann 5-2 á landsliðsleikaranum Allan við Rætt, og í hálvfinaluni stóð nú Tummas Simonsen, Tummas er ein av nyggju spennandi leikarunum, og vænta var ikki at hann kom so langt, men hann gav Jan ein dyst, har Jan tó dró longra straði 6-3. Í finaluni bíðani nú landsliðsmakkarin Jan Erik Fjallstein úr Vága Dartfelag. Baði Jan og Jan Erik hava umboða landsliði í fleiri ár, og til HM í ár, vóru teir makkarar í tvímansleiki. So tað vóru tveir leikarar sum kennast væl. Finalan var góð og væl spæld, har baðir lógu beint undir 80 í snitt. Men Jan var kaldari tá á stóð og vann enn eitt FM heitið, við at vinna 7-4 í finaluni
Endaligu úrslitini vóru:
Kvinnur
Nr 1 Beinta Joensen KDF
Nr 2 Kristbjørg Vesturklett Reinert VDF
Nr 3 Annika Joensen Team Sandoy
Nr 3 Maibritt Hvíthamar HDF
Menn
Nr 1 Jan McIntosh HDF
Nr 2 Jan Erik Fjallstein VDF
Nr 3 Tummas Simonsen D9
Nr 3 Petur Grønagarð EDF
Nú eru einstaklinga kappingarnar fyri í ár lidnar, og byrja verður aftur í januar


Myndir: Dartsamband Føroya
