Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.08.2025 17:48

Fasti Gerðarrættur onga heimild at viðgera Galaxy-málið

Mynd: Maskinmeistarafelagið

Maskinmeistarafelagið

Fíggjarmálaráðið vil hava Fasta Gerðarrætt at skundviðgera tænastubannið hjá manningarfeløgunum mótvegis Galaxy, og gerðarrætturin kemur saman klokkan 21 í kvøld at viðgera umbønina. Men ongin sáttmáli ella avtala er gjørd um skipið, og tí hevur gerðarrætturin onga heimild at viðgera ósemjuna, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum. Hann heldur eisini, at mótparturin misnýtir møguleikan fyri skundviðgerð við tilvitað at hava drálað

– Vit hava hvørki sáttmála ella nakað, sum líkist einari avtalu, fyri Galaxy, og tí hevur Fasti Gerðarrættur heldur onga heimild at viðgera tænastubannið hjá okkum ella fyri tann skyld nakrar trætur um skipið yvirhøvur. Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til trætur og tulkingarspurningar í sambandi við sáttmálar, og tá ongin føroyskur sáttmáli er fyri skipið, taki eg tað sum eina sjálvfylgju, at gerðarrætturin í kvøld vendir umbønini hjá Fíggjarmálaráðnum í hurðini.

Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú Fíggjarmálaráðið hevur biðið Fasta Gerðarrætt skundviðgera tænastubannið, sum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag 25. juli settu limum sínum í sambandi við, at Strandferðslan leigar kýpriska ferðamannaskipið Galaxy til Føroya at avloysa á suðuroyarleiðini, tá Smyril um 10 dagar fer í dokk.

Fundur í kvøld

Tað er Fíggjarmálaráðið, sum beinir málið í Fasta Gerðarrætt, tí ráðið varðar av øllum sáttmálunum fyri starvsfólkini á strandfaraskipunum. Fasti Gerðarrættur fer at viðgera umbønina um skundviðgerð klokkan 21 í kvøld.

Fíggjarmálaráðið heldur upp á, at øll skip, sum Strandferðslan setir í sigling á sínum farleiðum, eru fevnd av verandi sáttmálum við Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, at tænastubannið tískil er brot á friðarskylduna, og at Fasti Gerðarrættur tí skal døma tað at vera óheimilað.

Hesum tekur Arnfinn Bech als ikki undir við.

– Nøvnini á skipunum, sum sáttmálin fevnir um, eru beinleiðis nevnd í sáttmálanum, og Galaxy er altso ikki nevnt har. Felagið hevur áður gjørt avtalur um avloysaraskip í nógv styttri tíðarskeið enn hesa ferð, nú talan er um sigling í einar tveir mánaðir, men sama hvat tíðaarskeiðið er, so broytir tað ikki uppá, at ongin avtala av nøkrum slag er gjørd, sigur hann.

– Eg skilji einfalt ikki, hvussu Fíggjarmálaráðið kann halda upp á, at hetta skipið er fevnt av galdandi sáttmálum. Ongin serstøk avtala er gjørd um flokking, sum sáttmálin fyri strandfaraskipini krevur, og skipið er kýpriskt og siglir við útlendskari manning eftir onkrum fremmandum sáttmálum, sum vit onki vita um, leggur hann afturat.

Gerðarrætturin misnýttur

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur eisini, at Fíggjarmálaráðið nú roynir at misnýta møguleikan fyri skundviðgerð í Fasta Gerðarrætti.

Sáttmálin um Fasta Gerðarrættt sigur soleiðis í grein 8, (5):

“Í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Formaðurin kann í átroðkandi málum einsamallur gera fyribilsúrskurð.”

– Skundviðgerðin er grundað á, at Fasti Gerðarrættur skal taka sær av trætum um sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, har møgulig stríðsstig beinanvegin leggja arbeiði lamið. Tað er ikki talan um her. Harafturat hevur Strandferðslan í fleiri ár vitað, at Smyril skuldi í dokk aftur nú, tað er eisini í hvussu er eitt hálvt ár síðan, at tað kom upp á tal at leiga Galaxy aftur, og okkara tænastubann varð lýst 25. juli. Tey hava havt ríkiligt av tíð at fáa greiðu á hesum viðurskiftunum, men nú vilja tey trumfa sítt ígjøgnum við at gera sær dælt av sjálvskaptum tíðartrýsti. Tað er at misnýta Fasta Gerðarrætt og møguleikan fyri skundviðgerð, og eisini av tí orsøk eigur Fasti Gerðarrættur at vísa málið frá sær, sigur Arnfinn Bech.

Galaxy er á veg til Føroya, og ætlandi skal skipið í sigling á suðuroyarleiðini, tá Smyril fer í dokk 23. august og einar átta vikur fram.