Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.06.2026 21:40

Fara fakfeløgini at vakna nú?

Lesarabræv

Føroyskir løntakarar flyta milliardir av krónum inn á eftirlønarsamansparingar hvørt ár. Hetta eru pengar, sum skulu tryggja okkum eitt virðiligt lív, tá arbeiðslívið er av. Tí eigur tað eisini at vera ein sjálvfylgja, at okkara eftirlønir geva eitt kappingarført avkast.

Men gera tær tað?

Ein frágreiðing frá Tryggingareftirlitinum vísir, at svarið er nei. Føroyskir eftirlønarspararar hava í miðal fingið umleið 3,2 prosent í avkasti, meðan danskir spararar hava fingið 6,8 prosent. Við øðrum orðum fáa føroyingar í miðal bara umleið helvtina av tí avkastinum, sum fæst í Danmark.

Tryggingareftirlitið staðfestir eisini, at hesin munurin yvir eitt arbeiðslív kann merkja fleiri milliónir krónur í mistari eftirløn.

Hetta eigur at vera ein politiskur og fakfelagsligur alarmur.

Kortini er tað, sum um einki er hent.

Tá føroysku eftirlønarfeløgini verða spurd um munin, verður ofta víst á, at føroyskir spararar velja lægri váða enn danskir spararar, og at føroysku feløgini eru smærri.

Men henda frágreiðingin heldur ikki altíð.

Eg havi sjálvur eina eftirløn hjá Lív við 100 prosent partabrøvum – tað hægsta váðastigið. Kortini var avkastið í 2025 bara umleið 1 prosent.

Samstundis havi eg eina eldri eftirløn í einum donskum pensjónsfelagi frá tíðini, tá eg arbeiddi í Danmark. Hon hevur sama høga váðastig, men gav í 2025 eitt avkast á góð 12 prosent.

Sjálvandi prógvar eitt einstakt ár einki einsamalt. Men tá hetta samsvarar við niðurstøðurnar hjá Tryggingareftirlitinum um, at føroyskir spararar yvir fleiri ár fáa munandi verri avkast enn danskir, verður tað trupult at góðtaka, at trupulleikin bara er váðin hjá kundunum.

Tað eigur at fáa okkum at seta tann veruliga spurningin:

Er trupulleikin í umsitingini av okkara eftirlønum?

Og her hava fakfeløgini eina serliga ábyrgd.

Fakfeløgini eiga 50 prosent av Lív. Tey umboða somu limir, sum gjalda inn til felagið hvønn mánað. Um nakar eigur at krevja svar og úrslit, so eru tað fakfeløgini.

Men hvar eru tey?

Hví hoyra vit ikki fakfeløgini alment krevja eina frágreiðing, tá almennar kanningar vísa, at føroyskir spararar aftur og aftur fáa verri avkast enn okkara grannar?

Hví verður ikki sett sum mál, at føroyskar eftirlønarskipanir skulu kunna kappast við tær bestu í Norðurlondum?

Hetta snýr seg ikki um eitt einstakt ár, og tað snýr seg ikki um eina einstaka uppgerð.

Hetta snýr seg um eftirlønarsamansparingina hjá túsundtals føroyskum løntakarum.

Tá føroyskir spararar yvir eitt heilt arbeiðslív kunnu missa fleiri milliónir krónur samanborið við danskar spararar, er tað ikki longur ein tekniskur spurningur. Tað er ein samfelagsspurningur.

Fakfeløgini hava altíð verið røddin hjá løntakaranum. Tey hava stríðst fyri løn, arbeiðsumstøðum og pensjónum.

Nú er tíð at vísa, at tað eisini er galdandi, tá tað snýr seg um avkastið av teimum pengum, sum limirnir hava spart saman.

Tí spurningurin er ikki longur, um vit hava eina avbjóðing!

Spurningurin er, um fakfeløgini tora at taka avbjóðingina upp?

Petur Mohr

Eftirlønaruppsparari hjá Lív