Eyp
Tað mundu verða mong sum undraðust, tá almenna móttøkan var í stásiliga dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv í gjár. Tá Føroya dýrasti dagstovnur nakrantíð var tikin í nýtslu.
Eini 300 fólk, bæði nær og fjar, vóru møtt upp til at síggja hendan væl úr hondum greidda stovn, sum fer at tátta í at kosta eini 60 mió. Og harvið, er nógv tann dýrasti, vakrasti og framkomni dagstovnur í Føroyum nakrantíð. Kanska eisini í øllum Skandinavia.
Men tað vóru gestirnir, sum ikki vóru møttir upp, sum vaktu størstu undran. Almenna Kringvarpið, sum alt Føroyafólk eigur og rindar kringvarpsgjald til, var onkursvegna ikki á staðnum til hendan stóra dagin í føroyaskari dagstovnasøgu. Sjálvt um innbjóðing var send teimum frammanundan. Ein stovnur, við millióna upphæddum árliga, sum skal eitast at umboð alt landið, bæði á bygd og í bý.
Men møguliga var orsøkin til ikki at møta upp, einkul. Kanska vóru øll arbeiðsfólkini í Sortudýkið upptikin av øðrum tingum hendan dagin. Kanska vóru tað døglingarnir í Kalbaksfirði sum høvdu størri raðfesting. Ella kanska var tað minnilutafestivalurin í Norðurlandahúsinum, sum kravdi alla arbeiðsorkuna. Ella var tað møguliga innslagið við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, um skitnu ánna við Sandá, sum upptók alt arbeiðsfólkið júst hendan dagin.
Ella var tar bara eingin hugur at fara útum Havnina júst hendan dagin. Hvør veit?
Eisini var tað sera hugstoyt at síggja, at eingin av sokallaðu politiksu-elitini í Føroyum, vóru áhugað at koma framvið, at hyggja eftir arkitekttonisku perluni, sum nú er bygd á føroyskari jørð. Sjálvt um øll elitan var væl og viruliga boðin við.
Men rætt skal verða rætt. Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum, var so at sær komin, at leggja leiðin framvið at forvitnast og skáa vakra verkið.
Í taluni sum umboðið fyri MT Højgaard helt í gjár, tá dagstovnurin var tikin alment í nýtslu, helt hann fyri nakað soleiðis: “Nokk einasta negativa við hesum vakra dagstovninum, er at hann sæst ikki frá landsvegnum, tá tú kemur koyrandi framvið”.
So er brennandi spurningurin, um tað var veruliga orsøkin, at KVF ikki fann vegin fram í gjár?