Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2023 14:20

Familjuvinarligt tiltak fyri øll, ið dáma at røra seg til góðan tónleik

Eisini í Runavíkar kommunu verður eitt tiltak ísv Fjølmentanarvikan 23

Talan er um eitt familjuvinarligt tiltak fyri øll, ið dáma at røra seg til góðan tónleik.

Undir leiðslu av fýra dansilærarum fara vit at royna dansir úr ymiskum pørtum av heiminum og vit enda við at fara upp á gólv og dansa føroyskan dans.

Í steðginum bjóða vit frukt, køku og okkurt at drekka afturvið í kantinuni.

Bókasavnið við Løkin hevur opið og til ber at seta seg har at lesa eina bók og hvíla sær beinini.

Tað er stuttligt, heilsugott, sosialt, og tað er ókeypis 🙂

Leygardagin kl. 11.00-14.00 í Løkshøll